28/09/2021
Alneyðugt við fleiri útbúnum KT-fólkum
Tá vit hugsa um, at flestu vinnugreinar mangla arbeiðsmegi, er umráðandi at seta enn meira ferð á talgildingina og hugsa KT inn í allar loysnir, soleiðis at vit kunnu leysgeva arbeiðsmegi og effektivisera samfelagið generelt. Ein fyritreyt fyri hesum er, at vit hava nokk av KT-førleikum í Føroyum.
Fyri at vit sum samfelag skulu megna at loysa hesar uppgávur er alneyðugt, at Fróðskaparsetrið fær neyðugu umstøðurnar at taka KT-verkfrøði næmingar inn á hvørjum ári, umframt at Master verður boðin út, so hesi kunnu gera útbúgvingina lidna í Føroyum og sostatt gera ein mun her heima, heldur enn aðrastaðni – heldur Ulla Joensen, forkvinna í KT-felagnum og stjóri á Elektron.
Óðinshædd 7 | Postboks 1038 | FO-110 Tórshavn | Tel: +298 30 99 00 | Fax: +298 30 99 01 | [email protected]